Jóhannes nýggjur formaður

30. november 2024
  • Nevndin hjá EB/Streymi 30-11-2024. Frá vinstru: Guðrun Ejdesgaard, tiltakslimur, Sarita Vesturdal Vesturtún, nevndarlimur, Jóhannes Hansen, formaður, Theodor í Búrstovu, næstformaður, Djóni Eidesgaard, nevndarlimur og Beinta Lisberg, nevndarlimur. | Mynd: Sofus Debes Johannesen

EB/Streymur hevði aðalfund í dag, har m.a. nevndarval var á skránni.

Rógvi Egilstoft, formaður, Egil á Bø, næstformaður, og Judith í Skorini Jacobsen, nevndarlimur, stóðu fyri vali og ynsktu ikki afturval.

Í teirra stað vóru vald: Jóhannes Hansen, Sarita Vesturdal Vesturtún og Theodor í Búrsstovu. Djóni Eidesgaard og Beinta Lisberg stóðu ikki fyri vali, og halda tí fram komandi árið.

Sum titlakslimur vórðu vald: Guðrun Ejdesgaard og Jan Djurhuus.

Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Jóhannes Hansen sum formanni og Theodor í Búrstovu sum næstformanni.


Seinastu tíðindi

Meinhard Geyti til EB/Streym
18.12.2024
Mórits Heini til EB/Streym
15.12.2024
Jóhannes nýggjur formaður
30.11.2024
Aðalfundur
16.11.2024
U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024