Limagjald

Um gjaldsskipanina

EB/Streymur er farið at nýta eina nýggja gjaldskipan hjá Elektron, sum fer at lætta munandi um bæði hjá limum okkara og fyrisingingini.

Tá tú trýstir á linkin omanfyri, skalt tú skriva neyðugu upplýsingarnar inn, so sum navn, føðingardag v.m.

Í samband við gjalding skal upplýsast p-talið hjá tí, sum eigur kontoina, ið peningurin skal flytast av, peningastovnur og kontonummar. P-talið verður als ikki goymt, hvørki hjá Elektron ella EB/Streymi, men verður bara nýtt at sanna kontoeigaran í peningastovninum í samband við flytingina.

Tá aktivir limir melda seg inn, er gjaldingin bara eina ferð, t.v.s. at tað verður ikki trekt automatiskt komandi árini, men gjaldið fer bara av kontoini eina ferð, og tað er í ár.

Hinvegin heita vit á hvílandi limir um at tekna fasta gjalding fyri tað limagjaldið, so tað verður avgreitt sjálvvirkandi komandi árini. Tað ber tó til eisini í hesum føri bara at gjalda fyri eitt ár.

Somuleiðis ber til at tekna seg sum lim í Club 1000 við teimum fyrimunum, ið tað gevur. Vit heita eisini á tey um at tekna fasta flyting, men gjald fyri bara í ár er eisini møguligt.

Nær verður gjaldið flutt?

Hendan limaskipanin virkar soleiðis, at tá tú teknar teg, so verður gjaldið ikki goldið beinan vegin, men gjaldið verður altíð flutt umleið tann 1. í einum mánað.

Men vit síggja beinan vegin, at tú hevur teknað teg, so limaskapurin virkar frá tekningardegnum, hóast gjaldið verður flutt seinni.

Systkinaavsláttur

EB/Streymur hevur eina avsláttarskipan fyri børn, soleiðis at fyri sambúgvandi systkin verður bara goldið fyri 2, meðan triðja, fjórða v.m. er ókeypis.

Í hesari skipanini ber í løtuni bara til at tekna seg, um man betalir samstundis, so fyri tey systkini, ið ikki skulu gjalda, er neyðugt at venda sær til felagið: info@ebstreymur.fo, tlf. 293333.

Nýggj klæðir og bóltar

EB/Streymur hevur gjørt avtalu við Sportigan um at keypa nýggjar spælibúnar til øll lið felagsins, umframt at øll børnini fáa ein bólt frá felagnum, sum tey taka heimvið og hava við til venjing.

Í hesum sambandi hava vit hækka luttøkugjaldið við kostnaðinum fyri bóltin, soleiðis at kostnaðurin fyri yngru liðini nú er 650 kr., og fyri eldru liðini er 950 kr.

Árskort 2018

Árskortið 2018 hjá EB/Streymi gevur atgongd til allar heimadystir bæði í landskappingini og steypakappingini.

Kostnaðurin fyri árskortið er 1.000 kr.

Tó kunnu limir keypa árskortið fyri 900 kr. Tað krevur, at tú keypir árskortið samstundis sum tú rindar limagjaldið. Sí "Vanligir limir (ikki aktivir - hvílandi)"