Ári Arge til EB/Streym

EB/Streymur hevur í dag gjørt leiguavtalu við HB um unga verjuleikaran Ára Arge, sum seinastu tíðina hevur royndarvant á Eiði. Hann hevur eisini fingið nógva spælitíð í teimum báðum fyrstu venjingardystunum, har hann hevur víst góðar dygdir. Ári hevur fyri tað mesta spælt í vinstru verjusíðu.
Ári e…
Petur Z heldur eisini fram

Hópurin hjá EB/Streymi byrjar nú so smátt at koma uppá pláss. Í kvøld hevur ein av teimum lokalu, Petur Zachariasen skrivað undir nýggjan sáttmála, so hann eisini er EB/Streymari í 2021.
Petur er 25 ára gamal, og leikar fyri tað mesta í høgru verjusíðu. Hann leikti í fjør 16 dystir í Betrideildini.…
Elias Gilstón El Moustage til EB/Streym

EB/Streymur og Elias Gilstón El Moustage hava í dag gjørt sáttmála fyri hetta komandi kappingarárið.
Elias hevur royndarvant við EB/Streymi hesa seinastu tíðina og spældi allar 90 minuttirnar í venjingardystinum móti NSÍ fríggjakvøldið. Hesa tíðina hevur 19 ára gamli miðvallarleikarin víst seg so m…
Símun Eliasen venur kvinnurnar

EB/Streymur/Skála hevur sett Símun Eliasen sum venjara hjá besta kvinnuliðnum 2021.
Símun spældi í bestu fótbóltsdeildini í fleiri ár, og millum annað var hann við til at vinna steypakappingina við EB/Streymi í 2007.
Sum venjari hevur Símun UEFA A-lisens og hevur drúgvar royndir sum venjari, og úr…
Jan Dam verður venjari hjá 1. deild

EB/Streymur og Jan Christian Dam hava gjørt sáttmála um, at Jan verður høvuðsvenjari hjá 1. deildarliðnum hetta kappingarárið.
Flestu fótbóltsáhugað munnu kennast við Jan. Sum leikari var hann í nógv ár ein av mest eyðsýndu leikarunum í føroysku landskappingini og á landsliðnum, har hann spældi fle…
Aðalfundur 29. januar 2021
Lýst verður til aðalfund í Hólmahúsinum á Eiði fríggjakvøldið 29. januar 2021 kl. 19.00.
Skrá:
1. Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
2. Val av grannskoðara
3. Ymiskt
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 10 dagar undan aðalfundinu…