Meinhard Geyti til EB/Streym

18. desember 2024

Enn ein leikari úr NSÍ skfitir til EB/Streym


Fyrr í vetur hevur EB/Streymur gjørt sáttmála við Búa Egilsson og Mórits Heina Mortensen úr NSÍ. Og nú er so triðji leikarin úr NSÍ komin til EB/Streym. Talan er um 23 ára gamla verjuleikaran Meinhard Geyti.

Meinard hevur spælt 37 dysti í Betrideildini við NSÍ, har hann heuvr skotið eitt mál. Harafturat hevur hann spælt fýra dystir í kappingini um løgmanssteypið og 96 dystir í 1. deild, har tað er blivi til 7 mál.

“Meinhard er ein sterkur verjuleikari, sum bæði kann spæla í miðverju og sum síðubakkur, er góður defensivt 1 móti 1, arbeiðssamur og aggresivur.” Sigur Sigrfríður Clementsen um nýggja leikaran.

Meinhard sigur í viðmerking við heimasíðuna: “Eg eri spentur og klárur til nyggju avbjoðingina og vónandi fer tað at ganga gott”

Vit bjóða Meinhardi vælkomnan til EB/Streym og gleða okkum at síggja hann í EB/Streyma búnanum.

 

(Hagtølini eru frá FaroeSoccer.com)


Seinastu tíðindi

EB/Streymur og FC Hoyvík hava gjørt avtalu um samstarv á kvinnusíðuni
23.03.2026
EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Marius Kallestrup Nielsen
15.02.2026
EB/Streymur hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Lamin
13.02.2026
EB/Streymur styrkir verjuna við danskara
04.02.2026
Aðalfundur
12.01.2026