EB/Streymur og FC Hoyvík hava gjørt avtalu um samstarv á kvinnusíðuni
EB/Streymur og FC Hoyvík hava gjørt avtalu um samstarv á kvinnusíðuni.
Samstarvið fevnir um liðini í MeistaraDeildin kvinnur, 1. deild kvinnur og U16 gentur, har feløgini leggja saman fyri at styrkja menningina og skapa betri karmar fyri spælarar og venjarar.
Við hesum samstarvi ynskja vit at byggja upp eitt sterkt og kappingarført umhvørvi, har dentur verður lagdur á menning, trivnað og felagsskap. Málið er at geva spælarum bestu fortreytir at menna seg – bæði í breidd og á hægsta støði.
Formaðurin í EB/Streymi sigur:
"Vit í EB/Streymi gleða okkum nógv til hetta samstarvið við FC Hoyvík. Hetta er eitt týdningarmikið stig fyri at styrkja kvinnufótbóltin og skapa betri møguleikar fyri okkara leikarar. Vit trúgva upp á, at samstarvið fer at bera góð úrslit við sær – bæði á og uttanfyri vøllin."
Vit gleða okkum til eitt spennandi samstarv og at síggja úrslitini á vøllinum.