Liðformaðurin leingir
05. januar 2025
EB/Streymur og Andras Ólason Olsen hava skrivað undir sáttmála fyri 2025
29 ára gamli liðformaðurin og verjuskansin Andras Ólason Olsen fer nú undir sítt 10 ár á besta mansliði felagsins. Andras fekk sínar fyrstu minuttir á betriliðnum í 2015 og síðani 2020 hevur hann verið liðformaður. Stóri og sterki verjuleikarin hevur higartil leikt 214 dystir og skorað 17 mál fyri felagið. Hann er stýrimaðurin í verjuni og ein brandur í luftspælinum – bæði í verju- og álopsstøðum.
Vit fegnast um at sáttmálin er longdur og ynskja Andrasi og felagnum til lukku við sáttmálanum.
(Hagtølini eru frá faroesoccer.com)
Seinastu tíðindi
Nýggj nevnd
05.11.2025
Arnar Dam nýggjur høvuðsungdómsvenjari
05.11.2025
Aðalfundur og eykaaðalfundur
20.10.2025
Andras heldur fram
08.09.2025
Dabo seldur
01.08.2025