Sigfríður verður høvuðsvenjari
28. desember 2022
EB/Streymur hevur í dag skrivað undir tvey ára sáttmála við Sigfríða Skaale Clementsen, um at vera høvuðsvenjari hjá besta mansliði okkara.
Sigfríður er ein tann royndasti føroyski venjarin vit hava, og hevur vunnið mest sum alt sum kann vinnast í føroyskum fótbólti. Hann er 49 ára gamal, og er búsitandi í Havn.
Sum spælari hevur Sigfríður umboðað bæði havnafeløgini og sum venjari hevur hann umboðað nógv ymisk feløg, umframt at hava verið venjari hjá ungdómslandsliðum og fótbóltsmennari hjá FSF. Í 2008 og 2009 var hann høvuðsvenjari hjá EB/Streymi. Í 2008 vunnu vit greipuna og í 2009 endaðu vit á silvurplássi í báðum kappingum.
Vit ynskja Sigfríða hjartaliga væl afturkomnan í felagið og vit gleða okkum til eitt spennandi samstarv.
Seinastu tíðindi
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025
Ábraham heldur fram í EB/Streymi
17.01.2025