Fyrilestrar: Kynstrið at skapa breiðar felagsskapir

01. november 2022

Í døgunum 8. - 17. november vitjar ÍSF kring landið við spennandi framløgum fyri nevndarlimir, sjálvboðin, venjarar, íðkarar, foreldur og onnur áhugað. Allir fyrilestrarnir eru frá kl. 19 til kl. 21.

Heitið fyri kvøldini er: »Kynstrið at skapa breiðar felagsskapir fyri børnini, breiddina og framtíðar úrvalsíðkarar«

ÍSF vónar, at umboð fyri sambond og feløg í nærumhvørvinum vilja luttaka á hesum fundum, har tey fara at greiða frá nýggju ætlanini hjá ÍSF, sum ítróttargreinar í Føroyum herfyri samdust um at arbeiða fram ímóti. 

Meira um ætlanina kann lesast her: "Í felag fram ímóti felags málum".

Henda ætlan skal vera eitt amboð hjá øllum at samstarva um, at geva so nógvum sum gjørligt gleðina av at vera virkin í einum ítróttafelag.

Umframt framløguna hjá ÍSF, verður til hvønn fyrilestur ein gestarøðari. Skráin er hendan: 

  • 8. november - Eysturoy (Løkshøll): Mark Laursen-Marcher, "Góða venjingarumhvørvið og týdningurin av at venja fleiri ítróttagreinar"
  • 9. november - Klaksvík (Skúlin á Skúlatrøð): Annika Helgadóttir Davidsen, “Ung, trýst og úrslit, soleiðis sum børn og ung uppliva tað”
  • 10. november - Norðurstreymoy (Skúlin við Streymin): Heri Ziska, “Nær skal eg velja? – hvat sigur nýggjasta granskingin um týdningin av at venja fleiri ítróttagreinar?”
  • 14. november - Vágar (Skúlin á Giljanesi): Lene Terp, “Venjaraleikluturin skal raðfestast, um vit vilja tryggja eitt mennandi venjingarumhvørvi - bæði fyri breidd og úrval”
  • 15. november - Sandoy (Skúlin á Sandi): Guðmundur Joensen, “Um børn og rørslugleði”
  • 16. november - Suðurstreymoy (Aulan í Finsen): Lene Terp, “Venjaraleikluturin skal raðfestast, um vit vilja tryggja eitt mennandi venjingarumhvørvi - bæði fyri breidd og úrval”
  • 17. november - Suðuroy (Skúlin í Trongisvági): Øssur D. Eiriksfoss, “Sjónarhornið hjá einum íðkara”

Góði felagsskapurin er reyði tráðurin í felags ætlanini. Og millum høvuðsmálini er, at vit skulu virða gleðina við at íðka ítrótt eins høgt og sigursgleðina, og at børn skulu kunna vera virkin í fleiri ítróttagreinum í senn. 

Vit fara at tosa um:
– Hvussu kunnu vit í felag tryggja góða felagsskapin?
– Hvussu kunnu vit halda sjálvbodnum til felagsskapin?
– Hvussu kunnu vit skapa eitt mennandi venjingarumhvørvi fyri øll – bæði breidd og framtíðar úrvalsíðkarar?

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Tilmelding er ikki neyðug, men tit mugu fegin siga okkum frá á ebstreymur1993@gmail.com, um tit hava hug at luttaka. Á henda hátt kunnu fyriskipararnir fáa eina hilling á hvussu nógv koma til einstøku fyrilestrarnar.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023