Silas á landsliðið

13. apríl 2022

Okkara egni Silas Larsen er millum teir 20 leikararnar, sum venjarin hjá U17-landsliðnum við dreingjum, Eyðun Klakstein hevur úttikið UEFA menningarkapping í Estlandi um mánaðarskiftið apríl-mai. 

Ferðalagið fer úr Føroyum tann 24. apríl og er aftur 1. mai. Eftir ætlan eru 3 dystir á skránni: Týsdagin 26. apríl ímóti vertunum, Estlandi. Hósdagin 28. apríl verður spælt móti Ný Kaledónia, og seinasti dysturin verður sunnudagin 1. mai móti Kasakstan.

U17-hópurin er hesin: Sámal á Steig, Pætur Akselsen, Jónas Prior og Hjalmar Gudmundsen úr 07 Vestur, Mattias Hellisdal, Bartal Páll Klein og Finnur Johannesen úr B36, Silas Larsen úr EB/Streymi, Pætur Róason, Andrass Henriksen, Jónas Samuelsen, Djóni Samuelsen, Baldur Niclasen og Thomas Bjørn Miezan úr HB, Ingi Arngrímsson, Bjørn Bjarkhamar og Árni Atlason úr Víkingi, Aron Benjaminsen og Markus Isaksen úr Skála og Torkil Holm úr TB. 

Áðrenn farið verður til Estlands eru tvær venjingar á Tórsvølli; tann fyrra í dag og tann seinna komandi mikukvøld.  


Seinastu tíðindi

Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025