Tríggjar av okkara á A-landsliðnum

16. mars 2022

Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Lene Terp, hevur úttikið 20 spælarar til HM-undankappingardystin móti Ungarn, sum verður fríggjadagin 8. apríl. Í hópinum eru tríggjar úr EB/Streymi/Skála; Anna Hansen, Lea Lisberg og Kára Djurhuus. 

Tær tríggjar hava allar royndir á landsliðnum, og Kára, sum í ár aftur verður at síggja í myrkabláum, var eisini við seinast landsliðið var í dysti. Tá vunnu tær millum annað venjingardyst móti Gibraltar. Anna og Lea vóru av ymsum orsøkum ikki við seinast, men eru nú inni aftur í landsliðshitanum.  

Hópurin er hesin:
Anna Sunadóttir Hansen, Lea Símunardóttir Lisberg og Kára Djurhuus, EB/Streymur/Skála, Olga Kristina Hansen og Valborg Østerø, B36, Jensa Tórolvsdóttir, Maria á Lakjuni og Mona Rasmusdóttir, Víkingur, Birita Ryan, Maria Biskopstø, Óluva Joensen, Sanna Svarvadal, Tóra Mohr og Tórunn Joensen, KÍ, Heidi Sevdal, NSÍ, Rúna Jacobsen og Sarita Maria Mittfoss, HB, Ásla Johannesen, AGF (Danmark), Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark) og Rakul Maria Johannesen, Oppsal IF (Noregi).

Dysturin móti Ungarn verður sum sagt 8. apríl á Szusza Ferenc Stadion í Budapest, og er samstundis seinasti útidysturin hjá kvinnulandsliðnum í hesari undankappingini. Eftir hetta eru tveir heimadystir eftir í september. Teir eru móti ávikavist Ukraina og Skotlandi.


Seinastu tíðindi

Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025