Taptu 2-1: Gott avrik í Klaksvík

24. oktober 2021

Í dag var dystur millum KÍ og EB/Streym í Klaksvík. KÍ var meiri á bóltinum og vann 2-1, men EB/Streymur stóð væl í verjuni og beit onkuntíð frá sær. Jóhann Hansson Joensen minkaði um munin til 2-1, tá umleið 50 minuttir vóru spældir. Málið kom eftir eina umstilling, og Jóhann var tryggur og fekk bóltin fram við KÍ málverjanum.

KÍ skoraði til 1-0 við brotssparki. Jóannes Bjartalíð skoraði mitt í málið. Heilt tíðliga í seinna hálvleiki varð 2-0 við einum góðum langskoti frá Árna Frederiksberg. Skotið fór upp um Róa Zachariasen í málinum og út móti samankomingini. KÍ hevði onkra roynd á tvørtræið, m.a. við frísparki.

EB/Streymaleikararnir vístu góðan hugburð, verjuspælið hekk væl saman og nógvir metrar vórðu runnir. Kontraálopini vóru heilt góð og við eitt sindur av hepni kundu vit eisini fingið okkurt málið afturat, eins og KÍ. EB/Streymur kann taka fleiri góð ting við sær til næsta dyst, og síðsta dyst í ár, komandi leygardag. Tá kemur B68 til Eiðis.

Nakað eftir, at EB/Streymur hevði minkað um munin til 2-1, vildu heimaáskoðararnir fegnir hava meiri álopsspæl frá KÍ. Viðmerkjarar til dystin hildu, at teir kanska tilvitað ella ótilvitað høvdu hug at taka fótin av speedaranum.

Liðið í dag: Rói Z. - Ragnar, Mikkjal, Árni, Ári - Jóhann, Rói O., Bárður, Símun - Ronni og Niklas. Sverri Mariusarson, Gutti Dahl-Olsen og Jákup Hummeland komu inn í seinna hálvleiki.


Seinastu tíðindi

EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Marius Kallestrup Nielsen
15.02.2026
EB/Streymur hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Lamin
13.02.2026
EB/Streymur styrkir verjuna við danskara
04.02.2026
Aðalfundur
12.01.2026
Venjaratoymið heldur fram
09.01.2026