Frálíkur innsatsur gav úrslit

13. juni 2021
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

EB/Streymur og NSÍ møttust í 13. umfari í Betri deildini í dag, og fá mundu væntað ein sigur til heimaliðið. Men júst tað hendi, tá EB/Streymur í seinna hálvleiki skoraði tvær ferðir, meðan NSÍ fekk eitt mál. EB/Streymur fór inn til dystin við treysti og hevði hug at leypa á, tá møguleikar vóru til tess. Vit vóru raskir í nærdystum og vunnu nógvar bóltar. Tað sást, at EB/Streymur hevði eina ætlan, og hesa ætlan fylgdu leikararnir væl. Onkrar broytingar vóru á liðnum í mun til teir seinastu dystirnar áðrenn steðgin vegna koronu.

Byrjanin av dystinum var nokk so jøvn. NSÍ hevði kanska fleiri skot, men málverjin hevði tamarhald á støðuni. Sum tíðin leið, og støðan enn var 0-0, tóktist tað, sum NSÍ misti takið. Tíðliga í seinna hálvleiki fekk EB/Streymur brotsspark, tá Símun Sólheim varð feldur í brotsteiginum. Hjalti setti tað trygt í netið til stóra frøi fyri EB/Streyma áskoðararnar. Støðan gjørdist brátt enn verri fyri NSÍ, tí EB/Streymur fekk eitt mál afturat. Hesaferð var tað eftir frísparksinnlegg úr høgru frá Ronni, sum Árni beindi móti málinum, men málverjin hálvbjargaði. Bólturin bleiv sendur inn fyri málið aftur, har hann endaði fyri føturnar á Gutta, sum prikaði bóltin í netið.

Aron Knudsen minkaði um munin við beinleiðis frísparki, tá umleið 82 minuttir vóru leiktir. Eftir hetta trýsti NSÍ nakað fyri at koma upp á javnt, men EB/Streymur avvísti tí mesta, og koyrdi sigurin heim. Fleiri ting riggaðu í dag. Menn arbeiddu hart og nógv eydnaðist. Vit fingu ofta bremsað álopum við at fara inn í nærdystir og at órógva spælið hjá NSÍ. Tá ið teir so komu í góðar støður, vóru vit ofta raskir at byrgja uppfyri. Í hinum endanum vóru vit skarpir og skoraðu málini, ið skuldu til.

Jóannes Davidsen vardi málið. Hann var tryggur í boksini, tá NSÍ royndi at søkja at. Heðin Klakstein var nýggjur á høgra bakki, Árni Grunnveit og Andras Olsen vóru í miðverjuni, og Ári Arge var vinstri bakkur. Rói Olsen, Hjalti Djurhuus og Símun Sólheim mannaðu miðjuna, og Ronni Møller-Iversen, Niklas Kruse og Gutti Dahl Olsen vóru fremri. Mikkjal Hellisá, Ragnar Danielsen og Arnbjørn Hansen vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki. Arnbjørn var hesaferð mest nýttur í verjupartinum, tá tað ráddi um at halda fast um leiðsluna.

Hjá NSÍ kom tað dátt við, at nakrir av profilunum ikki vóru við. Klæmint Olsen og Tórður Thomsen vóru ikki við, og av teimum báðum vandamiklu dønunum hjá NSÍ var hvørgin við frá byrjan. Mikkel Jakobsen kom tó á vøllin í seinna hálvleiki.

Eftir stendur, at EB/Streymur í dag vann sær 3 týdningarmikil stig ímóti einum liði í ovaru hálvu av kappingini. Nú er at dríva á frameftir og geva mótstøðuliðunum ein skarpan gang komandi dystirnar.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023