Gamlir kenningar stempla inn

28. apríl 2021

EB/Streymur gjørt sáttmála við tveir ‘gamlar’ kenningar. Arnar Dam og Hans Pauli Samuelsen hava báðir gjørt sáttmála, sum er galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum. Teir hava báðir verið partur av 1. deildarliðnum, sum higartil hevur staði seg væl, og m.a. hevur vunnið tveir teir seinastu dystinar.

29 ára gamli Arnar gavst fyri tveimum árum síðani við fótbólti á hægsta støði orsaka av skaða. Seinasti dystur hann spældi í Betri-deildini var í september 2019 í 3-2 sigrinum í Fuglafirði. Síðani hevur fryntligi kollfirðingurin so í staðin verið hjálparvenjari hjá Betri-liðnum, og í tí sambandi hevur hann ofta luttikið í venjingunum hjá liðnum. Fyrr í ár hevur hann eisini spælt við í onkrum venjingardystum, og hevur spælt fýra landskappingardystir við 1. deild. Nú er hann so mikið væl fyri og so birgur, at mett verður at hann aftur kann verða partur av fyrstaliðnum.

Arnar spældi sín fyrsta dyst á besta liði hjá EB/Streymi í september 2008, og hevur spælt yvir 300 dystir fyri felagið. Hann hevur higartil tilsamans spælt 160 dystir í bestu deildini 26 í steypakappingini og 8 í Europa Cup.

Hans Pauli spældi eisini sín higartil síðsta dyst í Betri deildini á heysti 2019. Hann hevur tilsamans spælt 410 dystir og skotið 113 mál í bestu deildini, síðani fyrsta dystin í mars 2002. Nógv teir flestu dystirnir eru fyri EB/Streym, men hann var eisini eitt skifti í B36 og Víkingi. Hann hevur harafturat spælt 80 steypadystir og 14 í Europa Cup. Víkamaðurin, sum nú býr á Eiði, er vorðin 36 ára gamal, men hann hevur í fleiri dystum í fyrstu deild víst, at tekniska førleikanum og fótbóltsskilinum feilar einki, og at hann framvegis hoyrir heima millum frægastu bóltsspælarar her á landi.

Teir báðir ‘nýggju’ leikararnir eru í hópinum til dystin móti vágamonnum í kvøld.

Vit ynskja Arnari, Hans Paula og felagnum tillukku við sáttmálunum og góða eydnu!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023