Petur Z heldur eisini fram
21. januar 2021
Hópurin hjá EB/Streymi byrjar nú so smátt at koma uppá pláss. Í kvøld hevur ein av teimum lokalu, Petur Zachariasen skrivað undir nýggjan sáttmála, so hann eisini er EB/Streymari í 2021.
Petur er 25 ára gamal, og leikar fyri tað mesta í høgru verjusíðu. Hann leikti í fjør 16 dystir í Betrideildini. Petur leikti sín fyrsta dyst í Betrideildini í september 2015, og síðani er tað blivið til yvir 90 dystir á fyrstaliði.
Vit ynskja felagnum og Peturi tillukku við sáttmálanum og allarbestu eydnu í komandi kappingarári.
Seinastu tíðindi
EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Marius Kallestrup Nielsen
15.02.2026
EB/Streymur hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Lamin
13.02.2026
EB/Streymur styrkir verjuna við danskara
04.02.2026
Aðalfundur
12.01.2026
Venjaratoymið heldur fram
09.01.2026