Jan Dam verður venjari hjá 1. deild

15. januar 2021

EB/Streymur og Jan Christian Dam hava gjørt sáttmála um, at Jan verður høvuðsvenjari hjá 1. deildarliðnum hetta kappingarárið.

Flestu fótbóltsáhugað munnu kennast við Jan. Sum leikari var hann í nógv ár ein av mest eyðsýndu leikarunum í føroysku landskappingini og á landsliðnum, har hann spældi fleiri ymsar leiklutir í verjuni og á miðvøllinum. Hann var millum annað ein av stríðsmonnunum í søguliga 1-0 sigrinum á Eysturríki í Landskrona 12. september 1990. Jan spældi í tíðarskeiðnum frá 1990 til 2000 39 A-landsdystir og skeyt 1 mál. Málið kom í hansara allarfyrsta landsdysti, venjingardystinum móti Íslandi í Gundadali í august 1990, har hann, eftir at verða innskiftur, vann liðnum eitt brotsspark, sum hann sjálvur setti í netið.

Jan hevur spælt yvir 250 dystir í bestu føroysku deildini og aðrar 100 í kappingini um Løgmanssteypið og Evropa-kappingum. Nógv teir flestu dystirnar spældi hann við barndómsfelagnum HB, men hevur eisini umboðað Skansan, KÍ, B68, AB, FS Vágar 2004 umframt Ølstykke í Danmark.

Sum venjari hevur Jan A-lisens og hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hann var leikandi venjari hjá Skansanum í 1995 og FS Vágar 2004 í 2007! Í 2015 var hann hjálparvenjari og í 2016 høvuðsvenjari hjá bestaliði hjá HB. Í 2017 tók hann sær av unglingunum hjá HB, sum vunnu steypakappingina tað árið. Á tí unglingaliðnum vóru m.a. Adrian Justinusen, Daniel Johansen og okkara egnu Hjalti Djurhuus og Símun Sólheim. Eitt skifti hevur hann eisini vant nøkur ungdómslið hjá FCK í Danmark.

Jan er 52 ára gamal og arbeiðir til dagligt sum fólkaskúlalærari við Skúlan á Fløtum, har hann millum annað undirvísir á serligu Ítróttarrásini.

Vit ynskja felagnum og Jan tillukku við sáttmálanum, og vit eru spent til kappingin byrjar.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023