Ronni Møller-Iversen til EB/Streym

19. desember 2020

EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við Ronni Møller-Iversen, sum verður partur av Betri-hópinum komandi kappingarár.

Ronni er 26 ára gamal og kann spæla á fleiri ymiskum plássum har frammi á vøllinum. Hann kemur til úr Skála Ítróttarfelag, har hann var ein av mest eyðsýndu leikarunum farna kappingarár. Hetta verður fjórða árið hjá Ronni í føroyskum fótbólti. Í 2018 spældi hann í KÍ og tey bæði seinastu árini hevur hann spælt á Skála. Hann hevur hesi trý árini spælt tilsamans 83 dystir og skotið 14 mál.

Í stuttari viðmerking til heimasíðuna sigur Ronni, at hann gleðir seg nógv til at blíva partur av EB/Streymi, sum hann hevur hoyrt nógv gott um. Hann sigur seg hava eitt positivt inntrykk av leiðsluni bæði á og uttanfyri vøllin, og gleðir seg at blíva partur av einum leikarahópi, sum í nógvar mátar er í einari spennandi tilgongd.

Vit ynskja Ronni vælkomnan í EB/Streym og góða eydnu við komandi avbjóðingum.


Seinastu tíðindi

Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025