Símun heldur eisini fram

06. november 2020

EB/Streymur hevur longt sáttmálan við 19 ára gamla Símun Sólheim.

Símun kom undan hesum kappingarárinum til EB/Streym frá HB, sum eitt lutfalsliga óskrivað blað. Man má tó siga, at hann er vaksin við avbjóðingini. Hann hevur í ár verið við í øllum 27 dystum, harav 3 sum innskiftur.

Símun kann spæla fleiri ymisk pláss á vøllinum, men hevur í ár fyri tað mesta verið á framrættaða miðvøllinum. Hann hevur eisini skotið 3 mál, millum annað týdningarmikil mál í teimum báðum seinastu dystunum móti TB og Skála.

Sostatt hevur Símun spælt seg upp til at vera ein týdningarmikil partur av liðnum, og vit fegnast um at hann hevur valt at halda fram í EB/Streymi.

Vit ynskja Símuni og EB/Streymi tillukku við sáttmálanum og gleða okkum til komandi kappingarár.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023