Fannhard gevst í EB/Streymi

09. august 2020

Vit mugu tíverri boða frá, at Fannhard Skoradal ikki longur er partur av EB/Streyma-hópinum, men tíbetur er hetta ikki orsaka av nakrari ósemju ella líknandi. Orsøkin er, at Fannhard hevur valt at flyta til Danmarkar í útbúgvingarørindum, og hesum vil felagið sjálvandi ikki forða honum í.

Fannhard, sum kom til úr Víkingi áðrenn hetta kappingarárið, var eitt tíðarskeið fyrr í ár fastur maður á miðvøllinum hjá okkum, men seinasta mánaðin hevur hann verið darvaður av skaða, og tí hevur hann bert spælt 7 dystir fyri besta lið okkara.

Í stuttari viðmerking til heimasíðuna sigur Fannhard, at hann hevur verið sera glaður fyri tíðina hann hevur verið í EB/Streymi, og tí er harmur um at hann ikki kann halda fram. Hann heldur tó, at hesin møguleikin, sum nú (rættiliga knappliga) beyst honum í Ålborg, er ein, sum hann ikki kann lata fara aftur við borðinum.

EB/Streymur takkar Fannhardi fyri innsatsin fyri felagið, bæði á Betri-liðnum og ikki minst í eFótbóltskappingini, sum FSF skipaði fyri í vár, har hann saman við Arnari Dam spældi EB/Streym í hálvfinaluna. 

Takk fyri stuttu men góðu tíðina og góða eydnu við ævintýrinum í Danmark.


Seinastu tíðindi

EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Marius Kallestrup Nielsen
15.02.2026
EB/Streymur hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Lamin
13.02.2026
EB/Streymur styrkir verjuna við danskara
04.02.2026
Aðalfundur
12.01.2026
Venjaratoymið heldur fram
09.01.2026