Eingir áskoðarar komandi umførini

05. august 2020

Nú korona aftur er staðfest í Føroyum hevur Fótbóltssambandið í dag sent út soljóðandi tíðindaskriv:

"Starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya hevur tikið avgerð um, at frá mikudegnum 5. august til og við leygardagin 22. august, verða allir dystir í vaksnamannadeildunum spældir uttan áskoðarar

Eftir at fleiri tilburðir av korona eru staðfestir í Føroyum seinastu dagarnar, hevur starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um, at frá mikudegnum 5. august til og við leygardagin 22. august, verða allir dystir í vaksnamannadeildunum spældir uttan áskoðarar.

Somuleiðis verður heitt á feløgini um at hyggja eftir koronavegleiðingini í samband við venjing og dystir."

Sostatt verður heimadystur okkara í annaðkvøld móti KÍ spældur uttan áskoðarar. Tað sama er galdandi fyri útidystin móti TB tann 16. august. 

Okkara næsti heimadystur er móti AB tann 23. august, og hvørt áskoðarar sleppa til tann dystin ella ikki, veldst helst um hvussu smittan skikkar sær komandi dagarnar. 


Seinastu tíðindi

EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Marius Kallestrup Nielsen
15.02.2026
EB/Streymur hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Lamin
13.02.2026
EB/Streymur styrkir verjuna við danskara
04.02.2026
Aðalfundur
12.01.2026
Venjaratoymið heldur fram
09.01.2026