Tillukku við degnum, Sverri
02. august 2020
Ein afturat av okkara evnaríku unglingum, Sverri Mariusarson, hevur í dag, á sínum 16 ára føðingardegi, skrivað undir yrkisleikarasáttmála við EB/Streym.
Sverri hevur leikt 5 U-landsdystir fyri Føroyar og er í løtuni í U17-landsliðshópinum, hóast ivasamt er hvussu tað verður við U-landsdystum komandi tíðina - oraka av koronu! Men tað gevur so Sverra og hinum betri stundir at hugsavna seg um heimligu uppgávurnar.
Vit ynskja Sverra hjartaliga tillukku við føðingardegnum og nýggja sáttmálanum, og alt tað besta framyvir.
Seinastu tíðindi
EB/Streymur og FC Hoyvík hava gjørt avtalu um samstarv á kvinnusíðuni
23.03.2026
EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Marius Kallestrup Nielsen
15.02.2026
EB/Streymur hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Lamin
13.02.2026
EB/Streymur styrkir verjuna við danskara
04.02.2026
Aðalfundur
12.01.2026