Barna- og ungdómsvenjing byrjar aftur mánadagin (greinin er dagførd viðv. U7 og U5)

02. mai 2020

Síðani fyrstu Koronatiltøkini blivu sett í verk hevur venjingin hjá yngru deildunum verið avlýst, men frá mánadegnum 4. mai byrja venjingar hjá øllum deildum frá og við U9 og uppeftir aftur. Venjingartíðirnar síggjast við at trýsta á ávikavist 'dreingjalið' ella 'gentulið' ovast á heimasíðuni. 

Venjing hjá U7 og teimum yngstu (0-5 ár) byrjar um hálvan mai. Kunnað verður í næstum um hetta í skúlum og barnagørðum.

Ætlanin var at hava árliga tilmeldingardagin í mars, men hesin varð avlýstur orsaka av Korona. Í næstum verður okkurt at frætta um hvussu tað verður við tilmelding, limagjaldi osfr., men fyribils gera vit tað soleiðis, at øll sum hava hug kunnu koma til venjing. Venjararnir hjá teimum einstøku liðunum kunna á Facebook-bólkunum um hvussu venjingin verður skipað hjá teirra liði. 

Fyribils er bert talan um venjing. Enn er ikki greitt nær farið verður undir lands- og steypakappingar hjá yngri deildum.

Fótbóltssambandið hevur sent feløgunum eina vegleiðing um hvussu venjingin hjá børnum og ungum eigur at vera skipað, og tað er av sera stórum týdningi at øll fylgja hesari vegleiðing.

Vegleiðing fyri venjing hjá børnum og ungum
 - Um man er sjúkur, er man heima og møtir ikki til venjing. Um man ivast, er man eisini heima.
 - Sjúkutekin eru fepur, ilt í hálsinum, hosti ella trongd
 - Skiftingarrúm og styrkirúm eru stongd – leikarar skifta heima áðrenn og aftaná venjing.
 - Er felagsfundur áðrenn ella aftaná venjing, eiga bólkar á maks. 10 persónar at sita saman við í minsta lagi 2 metra frástøðu millum hvønn leikara. Mælt verður til at skipa videofundir um gjørligt.
 - Leikari hevur sín egna drekkidunk við til venjing.
 - Maks. 10 leikarar kunnu venja í bólki saman við einum venjara.
 - Maks. 8 bólkar á 10 leikarar kunnu venja á einum heilum vølli samstundis.
 - Í aldursbólkunum U15 og eldri kann allur leikarahópurin venja saman.
 - Bólturin kann vera ein smittukelda, og skal vaskast áðrenn og aftaná venjing.
 - Vestar og venjingarútgerð skal í mestan mun handfarast av sama persóni, og útgerðin skal vaskast áðrenn og aftaná venjing.
 - Allir leikarar og venjarar/hjálparfólk skulu vaska/spritta hendur áðrenn og aftaná venjing.
 - Felagið skrásetur allar persónar, sum eru til staðar til hvørja venjing (navn og telefonnummar). Harumframt verður skrásett hvørjir persónar eru í hvørjum bólki á maks. 10 leikarar.

Eru spurningar ella viðmerkingar til vegleiðingina, er man altíð vælkomin at venda sær til venjarar ella nevndarlimir við hesum.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023