Eingir dystir fyrr enn í mai

23. mars 2020
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Fótbóltssambandið hevur í dag kunnað feløgini um, at allir dystir og allar kappingar fyriskipaðar av FSF í apríl eru útsettar. Sostatt verða ongir dystir í lands- og steypakappingunum leiktar áðrenn 1. mai 2020. Hetta er galdandi fyri bæði vaksnamanna- og barnafótbólt. FSF upplýsir eisini, at allar landsliðs- og úrvalsvenjingar eru avlýstar í apríl.

Feløgini frætta aftur frá Fótbólssambandinum um kappingarætlan, tá nýtt tilmæli fyriliggur frá heilsumyndugleikunum við kunning um, nær tað er ráðiligt at byrja kappingarnar.

Sum vit kunnaðu um á heimasíðuni í gjár hava vit valt at lata fyrstalið hjá monnum venja, undir sera avmarkaðum viðurskiftum. Enn halda vit tað tó ikki vera ráðiligt at taka upp aftur barna- og ungdómsvenjingar. Her halda vit okkum neyvt til tilmælini frá ÍSF og FSF. Um onkrar broytingar eru hesum viðvíkjandi fara vit at kunna um tað á heimasíðuni og á Facebook-bólkunum hjá teimum einstøku liðunum.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023