Hópurin er uppá pláss
Nú allur fótbóltur í Føroyum liggur stillur hava vit nýtt høvið at fáa leikarahópin endaliga uppá pláss. Seinasti brikkurin í puslispælinum hjá okkum er 22 ára gamli Teitur D. Olsen.
Teitur er uppvaksin í AB, har hann eisini hevur spælt á besta liði felagsins. Hann er tó ikki ókendur í EB/Streymi, sum hann var leigaður til í fjør. Fyrru hálvu spældi hann mest við 1. deild og U-21, meðan hann í seinnu hálvu var fastur fúsur á fyrstaliði, har hann spældi 11 dystir.
Teitur kann spæla nógv ymisk pláss á vøllinum, og í venjingardystunum higartil í ár hevur hann spælt so ymisk pláss sum høgri bakkur og fremsti áleypari.
Vit ynskja Teiti og EB/Streymi tillukku við sáttmálanum og góða eydnu við kappingini - nær hon so byrjar.
Á myndini royna Teitur og formaðurin seg (við avmarkaðum hepni) við nýggja slagnum av lógvataki, sum man kanska kann kalla 'albogastoyt'.