U21 landsliðliðskiparin til EB/Streym

08. mars 2020
  • Bjarni Petersen og næstformaðurin Eyðstein Zachariasen

Avtala er gjørd millum EB/Streym og B36 um at leiga Bjarna Petersen. Talan er um leigu sáttmála fram til summarsteðgin.

21 ára gamli verjuleikarin leikti í fjør 20 dystir í betrideildini fyri B36 og tilsamans hevur hann 82 dystir fyri besta liðið hjá B36.

Bjarni hevur umboða øll ungdóms landsliðini og er í løtuni liðformaður og fastur maður í miðverjuni hjá Føroyum.

Vit ynskja Bjarna vælkomnan í felagið og góða eydnu í kappingini, sum vónandi byrjar um eina viku.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023