Jónstein heldur eisini fram

26. januar 2020

EB/Streymur hevur longt sáttmálan við Jónstein Magnussen.

30 ára gamli tjørnuvíkingurin hevur øll árini spælt við EB/Streymi, og spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini í 2011. Seinastu tvey árini hevur hann verið fastur partur av Betri-hópinum, og hevur tilsamans spælt 52 dystir og skotið 2 mál á fyrstaliði. 

Vit ynskja Jónsteini og EB/Streymi tillukku við sáttmálanum og gleða okkum til kappingin av álvara fer í gongd.


Seinastu tíðindi

Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025