Ein Magnus afturat í hópin
25. januar 2020
EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við 20 ára gamla gøtumannin Magnus Heinason.
Magnus hevur seinastu árini verið fastur fúsur á 1. deildarliðnum hjá Víkingi, men hevur eisini spælt 6 dystir í Betri deildini og skotið eitt mál (móti EB/Streymi í 1-1 javnleikinum í fyrrárið).
Magnus kann spæla fleiri ymisk pláss á vøllinum, men hevur í øllum trimum venjingardystunum í ár spælt í álopinum. Hann feiraði eisini sáttmálan við at skjóta sítt fyrsta mál FYRI EB/Streym í 3-2 sigrinum í Fuglafirði í dag.
Vit ynskja Magnusi vælkomnan í felagið og vónandi koma nógv mál afturat.
Seinastu tíðindi
EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Marius Kallestrup Nielsen
15.02.2026
EB/Streymur hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Lamin
13.02.2026
EB/Streymur styrkir verjuna við danskara
04.02.2026
Aðalfundur
12.01.2026
Venjaratoymið heldur fram
09.01.2026