Petur heldur fram
28. november 2019
24 ára gamli verjuleikarin úr Hvalvík hevur skrivað undir sáttmála fyri 2020.
Petur leikti sín fyrsta dyst fyri EB/Streym í 2015, men tað var í 2017 at hann fekk sítt veruliga gjøgnumbrot. Tað árið gjørdist hann eisini ársins stjørnuskot í felagnum. Petur er miðverji, men hevur sum yngri, eisini leikt nógv sum høgri bakkur. Petur er uppvaksin í felagnum og hevur tilsamans leikt 75 dystir fyri bestaliðið hjá okkum.
Vit ynskja Peturi allar bestu eydnu í komandi árið.
Seinastu tíðindi
Aðalfundur
12.01.2026
Venjaratoymið heldur fram
09.01.2026
Nýggj nevnd
05.11.2025
Arnar Dam nýggjur høvuðsungdómsvenjari
05.11.2025
Aðalfundur og eykaaðalfundur
20.10.2025