STUÐULSRENNING

22. august 2019

Verið við at stuðla ungum sum eldri, ið leika fótbólt við EB/Streymi.

Samanhald og samstarv ger okkum sterkari.

 


Nær:                                             Týsdagin 03. september 2019 kl. 17.30

Hvar:                                             Í Hólmanum á Eiði

Stuðulsrenning – hvat er tað?

Runnið verður so langt sum gjørligt í 30 minuttir. Øll eru vælkomin at renna við.

Hvussu stuðli eg?

Tann, ið stuðlar, játtar seg á hesum oyðiblaði at gjalda eitt oyratal fyri hvønn metur, sum rennarin orkar at renna í 30 minuttir. Ella stuðla við einari fastari upphædd.

Hvussu nógv komi eg at gjalda?

Um eg játti at gjalda t.d. 3 oyru fyri meturin, hvussu nógv skal eg gjalda?

Um vit siga, at tann tú stuðlar rennur 3.000 metur, verður upphæddin 3.000 * 0,03 = 90. Kr.-

Oyðubløð?        

Oyðubløð kunnu eisini takast niður HER

Virðislønir:

Tann, ið rennur flestar kr. inn:

Kvinnur (Kvinnur og U18) Menn (Menn og U21) nr. 1 vinnur 500 kr., nr. 2 vinnur 300 kr. og nr. 3

vinnur 200 kr. 

Gentur (U15 og U13) og dreingir (U17, U15 og U13) nr. 1 vinnur 500 kr., nr. 2 vinnur 300 kr. og nr. 3 vinnur 200 kr.

Gentur og dreingir (U11 og yngri) nr. 1 vinnur 500 kr., nr. 2 vinnur 300 kr. og nr. 3 vinnur 200 kr.

Liðið, ið rennur flestar pengar inn, sleppur at hugna sær í bowlinghøllini við at bowla og eta.

Eftir renningina:

Øll, ið luttaka í renningini fáa okkurt gott eftir renningina. Til foreldrini verður kaffi og kakur at fáa.


Seinastu tíðindi

Nýggj nevnd
05.11.2025
Arnar Dam nýggjur høvuðsungdómsvenjari
05.11.2025
Aðalfundur og eykaaðalfundur
20.10.2025
Andras heldur fram
08.09.2025
Dabo seldur
01.08.2025