FISKIKAPPING

04. juli 2019

Í morgin verður vælumtókta fiskikappingin við Eiðisvatn aftur á skránni.

Byrja verður fríggjakvøldi 05 Juli kl.18:00 og kappingin endar leygardagin kl.12:00. ???? Steyp verður latið til trý tey stórstu sílini. ????

Fríggjakvøldið kl.22:00 verður felagssangur og røða í teltinum har Teitur og Company fara at spæla og syngja fyri. Bill Justinussen heldur røðu.

Møguleiki er sjálvandi fyri tjalding og kamping. Eisini er møguligt at keypa agn á staðnum.

Fisk og Kips bilurin hjá Sjógæti verður á staðnum fríggjakvøldið frá 18:00 til 23:00.

Kostnaðurin er 50 kr fyri børn og 150 fyri vaksin.

Vónandi verða tað, aftur í ár, nógv fólk ið leita sær niðan á Eiðisvatn hetta vikuskifti til eitt tað hugnaligasta tiltaki í Føroyum.


Seinastu tíðindi

Kvinnurnar fingu javnleik
22.08.2019
STUÐULSRENNING
22.08.2019
Myndir frá dystinum í Gøtu
18.08.2019
Seinasti dysturin var heilt fínur
13.08.2019
Kundu fingið meira burturúr
11.08.2019