Fyrstu stigini í sannførandi avriki
Okkara leikarar vóru ógvuliga sannførandi, tá fyrsti sigurin kom til høldar á heimavølli móti AB, og í veruleikanum var sigurin ikki eitt mál ov stórur
Tað var øgiligur spenningur undan dagsins dysti, har AB kom á vitjan. Talan var um eina sera avgerandi uppgerð fyri báðar partar, og kanska serliga í okkara legu var talan um sera týdningarmiklan dyst. Tí undan dystinum høvdu vit enn okkara fyrsta stig til góðar, og tí var umráðandi at fáa okkurt gott burtur úr hesum dystinum fyri ikki at missa sambandið við liðini, vit vænta at kappast ímóti.
Frálík byrjan
Tað vóru eisini heimamenninir, sum fingu betru byrjanina uppá dystin. Okkara leikarar tóktust meira avgjørdir í nærdystinum, og sjálvt um spælið kanska ikki var so flótandi fyrstu løtuna av dystinum, so var tað tó EB/Streymur, sum hevði munin.
So við og við tóktist dysturin tó at gerast alt meira javnur, og tað vóru faktiskt gestirnir av Argjum, sum fingu fyrstu góðu royndina, tá Bjarki Nielsen fekk ein góðan rennibólt í høgru. Komin inn í brotsteigin smekkaði hann til, men Rói í okkara máli hevði ikki trupulleikar við at bjarga skotinum.
Eftir hetta gekk bara ein lítil løta, so kom fyrsta málið, og hetta málið fall í okkara lut. Eftir eitt hornaspark í vinstru, bleiv bólturin hálvavegna ruddaður burtur. Hann endaði tó hjá Peturi Zachariasen, sum úr høgru sendi inn fyri aftur í brotsteigin. Har var Arnbjørn, sum fyri fyrstu ferð í ár byrjaði á vøllinum, fyrstur á bóltinum og smekkaði hann í málið.
Tað gingu bara á leið 10 minuttir, so var aftur mál til EB/Streym. Hesa vann Arnbjørn ein langan bólt og fekk snitta hann til Steffan, sum hevði runnið seg í góða støðu. Steffan rak inn í brotsteigin, og har bleiv eitt sindur av trunkaspæli. Steffan megnaði tó at fáa eina tonn á bóltin, sum endaði í málinum, og so vóru okkara á odda 2-0, og Steffan hevði fingið sítt fyrsta mál í Betrideildini.
AB minkaði og trýsti
Tað gingu bara tveir minuttir, so var aftur spenningur í dystinum Eitt frísparksinnlegg frá AB bleiv ikki ordiliga ruddað burtur, og so kundi Heri Mohr skjóta bóltin í tóma málið, og so var aftur spenningur.
Seinastu løtuna undan steðginum sat AB á dystinum. Teir skaptu onkra spenta støðu, men tó ikki nakran heilt stóran møguleika.
Seinni hálvleikur byrjaði á sama hátt, sum fyrri hálvleikur var endaðu. AB spældi nú undan lotinum, og teir megnaðu at leggja eitt ávíst trýst á EB/Streymi. Teir skaptu tó ikki teir nógvu kjansirnar, men ta einu ferðina fingu teir tó ein gyltan møguleika. Við eitt sindur av hepni endaði bólturin hjá málskjúttanum, Hera Mohr, sum stóð væl fyri til høgru inni í brotsteiginum. Hann smekkaði til, men tíbetur fyri okkum var skotið ikki gott nokk og fór væl upp um málið.
Avgerðin
Tá ein knappur tími var farin, framdi EB/Streymur sína fyrstu útskifting, tá Niklas Kruse kom á vøllin fyri málskjúttan, Steffan Løkin. Niklas skuldi ikki brúka nógv meira enn fimm minuttir á vøllinum, so hevði hann økt um leiðsluna fyri EB/Streym. Eftir eitt horna úr vinstru, var Arnbjørn hægstur og skallaði móti málinum. Bólturin hevði ikki so nógva ferð, men Niklas Kruse stóð tó so væl fyri, at hann skallaði bóltin síðsta pettið í málið.
Hetta málið tóktist av álvara at taka luftina frá gestunum, og tað gingu bara tveir minuttir, so fall endaliga avgerðin. Hesa ferð endaði eitt gott álop við, at Jónstein sendi eitt frálíkt innlegg inn í høvdið og Arnbjørn, sum trygt skallaði bóltin í netið.
Síðstu 20 minuttirnar av dystinum høvdu okkara fult tamarhald á støðuni, og tað eydnaðist eisini at økja upp í 5-1, tá Magnus Jarnskor frá síni støðu í høgru trekti inn í vøllin og smekkaði til úr einum 18 metrum. Bólturin streyk inn við nærmastu stong, og so hevði han fingið sítt fyrsta mál fyri EB/Streym.
Tað endaði við einum trivaligum og fult uppibornum 5-1 sigri til okkara, og talan var um eitt frálíkt avrik frá øllum leikarunum. Nú eru fyrsti stigini komin í hús, so nú er bara at vóna, at okkara leikarar megna at byggja víðari á henda flotta sigurin.
1-0: Arnbjørn Hansen, 25.
2-0: Steffan Løkin, 35.
2-1: Heri Hjalt Mohr, 37.
3-1: Niklas Kruse, 63.
4-1: Arnbjørn Hansen, 65.
5-1: Magnus Jarnskor, 83.
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Poul G. Olsen, Árni G. Olsen, Petur Zachariasen – Ragnar Danielsen – Toki Johannesen (Rói Olsen, 85.), Rógvi E. Nielsen – Jónstein Magnussen, Magnus Jarnskor - Steffan Løkin (Niklas Kruse, 60.), Arnbjørn Hansen (Svein Knút, 70.)