Aðalfundur og eykaaðalfundur

20. oktober 2025

EB/Streymur hevur aðalfund:

mánakvøldið 3. november 2025, kl. 18.00 í Hólmahúsinum á Eiði

Skrá:

1. Val av fundarstjóra

2. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið

3. Val av nevndarlimum og tiltakslimum

4. Innkomin mál

5. Ymiskt

Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 10 dagar undan aðalfundinum (t.e. 24-10-2025). Í fundarboðunum verða innkomin mál stutt endurgivin, men skulu liggja frammi í fullum líki á skrivstovu felagsins í minsta lagi 8 dagar undan fundinum.

Nevndin hevur uppskot til 2 broytingar í  grein 7 í viðtøkunum:

Felagið verður teknað av samlaðu nevndini. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst aðalfundarsamtykt. Allir sáttmálar, sum felagið ger, skulu samtykkjast av nevndini og skulu undirskrivast av formanninum.

Uppskot til nýggja orðing:

Felagið verður teknað av formanninum saman við næstformanninum ella kassameistaranum. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst aðalfundarsamtykt.

Tá broytingar verða gjørdar í viðtøkunum krevst, at í minsta lagi 2/3 av limum felagsins eru á fundi og samstundis atkvøða fyri. Er ikki  neyðugi meirilutin av limunum á fundi, kann nevndin kalla inn til eykaaðalfundar, har viðtøkurnar verða broyttar, um 2/3 av givnum atkvøðum eru fyri, líkamikið hvussu nógvir limir eru møttir.

Av tí at neyvan 2/3 av limum felagsins møta á aðalfundinum, kallar nevndin inn til eykaaðalfundar:

3. november 2025, kl. 19.00 í Hólmahúsinum á Eiði.

Nevndin


Seinastu tíðindi

Aðalfundur og eykaaðalfundur
20.10.2025
Andras heldur fram
08.09.2025
Dabo seldur
01.08.2025
Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025