Sverri og Fayo á U19-landsliðnum

29. august 2021

Sigfríður Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingum, hevur úttikið hópin, sum í næstum skal spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Norðurírlandi. Í hópinum eru 18 mans, og tveir teirra eru úr EB/Streymi; Sverri Mariusarson og Fayo Kruse. 

Hópurin er hesin:
Eiler Fróðason, 07 Vestur
Mathias Weihe Joensen, B36
Fríði í Túni Petersen, B68
Bogi Hentze, B71
Fayo Kruse, EB/Streymur

Sverri Mariusarson, EB/Streymur

Jonathan Lassesen, HB Køge (DK)
Elias Rusborg, Hvidovre BK (DK)
Emil Weihe Joensen, ÍF
Líggjas Heðinsson, ÍF
Jákup Norðoy Wilhelmsen, KÍ
Beinir Nolsøe, NSÍ
Jørgin Nielsen, NSÍ
Poul Kallsberg, Skála
Bergur Jákupsson Poulsen, Víkingur
Jákup Andrias Thomsen, Víkingur
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jens Olsen, AaB (DK)

Fyrri dysturin verður á Mourneview Park í Lugan mikudagin 1. september, meðan tann seinni verður á The Oval í Belfast fríggjadagin 3. september. Báðir dystirnir byrja klokkan 15:00.

Dystirnir eru fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Grikkalandi í november 2021, har føroyska liðið komið í ein rættiliga sterkan bólk, saman við Týsklandi, Grikkalandi og Russlandi. Kappingin verður frá 8. til 17. november.


Seinastu tíðindi

TB-dysturin útsettur
21.09.2021
Fimm EB/Streymarar í U21-bruttohópinum
21.09.2021
HB vann tryggan sigur til endans
19.09.2021
Kærkomin sigur á ÍF
12.09.2021
Stuðulsrenning
06.09.2021