Tveir leikarar koma heim

12. juli 2021

EB/Streymur hevur í dag gjørt avtalu við tveir leikarar, sum so ella so leita aftur á slóðina. Báðir hava higartil spælt við B36, men fara nú - fyribils restina av hesum kappingarárinum - at spæla við EB/Streymi.

Annar er ein gamal kenningur, Bárður Olsen, sum eisini spældi við EB/Streymi seinnu helvt í fjør.

Hin er Jóhann Hansson Joensen, sum er uppvaksin í Havn, men í roynd og veru er at rokna sum lokalur hjá okkum. Mamman er av Eiði og pápin frá Norðskála.

Vit ynskja teimum báðum hjartaliga vælkomnum. 


Seinastu tíðindi

TB-dysturin útsettur
21.09.2021
Fimm EB/Streymarar í U21-bruttohópinum
21.09.2021
HB vann tryggan sigur til endans
19.09.2021
Kærkomin sigur á ÍF
12.09.2021
Stuðulsrenning
06.09.2021