EB/Streymur styrkir hópin

22. juli 2020

EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við 20 ára gamla Albert Theis Nielsen, sum kemur úr danska felagnum Hvidovre IF.

Flestu føroyingar munnu neyvan kennast við hetta navnið, men hann er hálvur føroyingur – mamman er úr Sørvági – men hevur hann altíð búð í Danmark. Albert kann spæla á nógvum ymiskum plássum á miðjuni og í álopinum. 

Albert hevur spælt 8 dystir fyri føroyska U17 landsliðið. Seinastu árini hevur hann spælt við ungdómsliðum hjá Hvidovre IF, Fremad Amager og B1908 í Danmark, men hevur nú altso valt at royna seg í EB/Streymi.

Vit ynskja Alberti vælkomnum og góða eydnu í EB/Streymi.


Seinastu tíðindi

Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025