EB/Streymur styrkir hópin

03. juni 2020

EB/Streymur fer í næstum at styrkja um Betri-hópin.

Talan er um ein gamlan kenning, Gestur Bogason Dam, sum var partur av EB/Streyma hópinum í 2018 og 2019, til hann flutti til Danmarkar í august í fjør.

Nú er Gestur aftur í Føroyum, og verður partur av hópinum hjá EB/Streymi komandi 3 mánaðirnar. Orsaka av sóttarhaldi verður hann tó ikki tøkur fyrr enn um einar tvær vikur.

Vit ynskja Gesti at vera vælkomin, og gleða okkum at síggja hann aftur á vøllinum.


Seinastu tíðindi

Javnur dystur hóast 4-1 tap
19.09.2020
Beiskur biti eftir góðkent avrik
13.09.2020
Takk fyri stuðulin
09.09.2020
Lea Lisberg fingið landsliðsboð
07.09.2020
Stuðulsrenningin verður í morgin
07.09.2020