EB/Streymur – NSÍ - Áskoðaraviðurskifti

16. mai 2020

Í sambandi við dystin millum EB/Streym og NSÍ í Betri deildini 17. mai eru serligar umstøður viðvíkjandi áskoðarum og líknandi. Vinarliga kunni tykkum her.

Pláss er fyri 300 áskoðarum tvørtur við sunnaru langsíðuni, býtt upp í øki A, B og C. Økini eru skild frá hvørjum øðrum við girðingum (gular strikur á myndini niðanfyri).

Harumframt er pláss fyri uml. 50 bilum tvørtur við norðaru langsíðu (omanfyri vøllin)

Atgongumerki verða seld við inngongd til einstøku økini. Tey, sum hava árskort, fríkort ella hava keypt atgongumerki á netinum skulu vísa kort ella kvittan, og fáa so eitt atgongumerki til viðkomandi øki. Atgongumerkini eru merkt við einum bókstavi fyri einstøku økini. 

Øki A: Max 100 fólk. Atgongd vestanfyri skýlið (nr. 1). Vesi er hinumegin skýlið á niðaru hædd í húsinum

Øki B: Max 100 fólk. Atgongd eystanfyri skýlið (nr. 2). Vesi er á ovaru hædd.

Øki C: Max 100 fólk. Standipláss eystanfyri skýlið. Vesi er í eystara enda á niðaru hædd í húsinum.

Øki D: Parkeringsøkið omanfyri vøllin, har pláss er fyri uml. 50 bilum. Vesi á niðaru hædd í húsinum. Her mæla vit fólki til í størstan mun at verða sitandi í bilunum, og harvið uttanfyri smittuvanda. Av tí at pláss er fyri avmarkaðum áskoðaratali mæla vit til, at fleiri eru í hvørjum bili, um hetta kann gerast uttan at bróta almennu tilmælini.

Áskoðarar mugu ikki ferðast ímillum økini. Tá fólk eru komin inn verða myndir tiknar av einstøku økjunum, so til ber at eyðmerkja hvørjir áskoðarar eru hvar, um neyðugt verður at smittuspora.

Fyri at sleppa undan bíðirøðum og óneyðugum smittuvanda verður eingin kaffisøla.

Annars mæla vit til, at almennu tilmælini um reinføri og frástøðu (1 metur) verða hildin. Um sitiplássini verða brúkt, skal annarhvør stólur vera tómur.

Tey sum hava sjúkueyðkenni, ella ivast í um tey hava sjúkueyðkenni skulu ikki koma til dyst. Sjúkueyðkenni kunnu vera fepur, ilt í hálsinum, hosti og trongd.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023