Annar sigurin á rað í torførum útidysti

19. apríl 2019
  • Steffan hevur nú skotið 4 mál í trimun dystum | Mynd: Sofus Debes Johannesen

Fyri aðru ferð uppá fýra dagar eydnaðist tað okkara monnum at vinna fulla úrtøku. Hesa ferð var talan um sera flottan sigur á útivølli móti Skála, sum annars hevur havt eitt frálíkt kappingarár higartil

Tað kom ógvuliga væl við, tá tað sunnudagin eydnaðist okkara monnum at vinna týdningarmikla heimadystin móti AB. Fyrst og fremst var talan um ársins fyrsta sigur hjá okkara monnum, og harafturat hevði sigurin við sær, at EB/Streymur vann seg av aftasta plássi og fram á eitt 8. pláss oman fyri niðurflytingarstrikuna.

Umframt sigurin høvdu øll í og umkring EB/Streym eisini eina vón um, at fyrsti sigurin eisini fór at bera fleiri stig við sær í komandi dystum.

Og í gjár – fýra dagar eftir flotta heimasigurin móti AB – skuldu okkara menn so aftur í eldin. Talan var um sera torføran dyst á útivølli móti Skála, sum hevur fingið eina frálíka byrjan uppá kappingarárið, har teir undan dystinum í gjár lógu fremstir saman við B36.

 

Torførur fyrri hálvleikur

Hjá veddingarfyritøkum og millum serfrøðingar var Skála eisini mett at vera hampiliga greiður favorittur, og tað var eisini heimaliðið, sum byrjaði betur. Í fyrra hálvleiki høvdu skálamenn lotið undan, og tað dugdu teir væl at gera sær dælt av. Teir høvdu bóltin væl meira enn okkara leikarar og løgdu í veruleikanum eitt støðugt trýst á okkara mál.

Skála kom eisini fram til fleiri góðar støður og málmøguleikar, men tíbetur fyri okkum vóru heimamenninir ikki serliga avgjørdir, tá teir fingu møguleikarnar. Rói í málinum hjá okkum stóð eisini væl undan steðginum og hevði onkrar góðar bjargingar.

Í hinum endanum høvdu okkara menn ikki so nógv at bjóða uppá fyri steðgin. Onkur kontramøguleiki var tætt við at gerast vandamikil, men sum heild var Skála greitt oman á í fyrra hálvleiki.

Men hóast trýstið til tíðir var stórt, so var ikki líkt til, at Skála fór at fáa hol á undan steðginum. Meðan tey flestu vóru farin at fyrireika seg til hálvleik og ein málleysan fyrra hálvleik, so eydnaðist tó Skála at leggja seg á odda í evstu løtu. Eftir eitt gott gjøgnumspælt álop í vinstru síðu legði Heðin Klakkstein inn fyri. Har var Jákup Johansen í góðari støðu. Hann tók bóltin til sín og smekkaði til, og bólturin endaði í málinum aftan fyri Róa Zachariasen. Hetta var heilt víst ein smeitur fyri okkara lið, sum hevði arbeitt væl, sjálvt um Skála hevði verið tað betra liðið.

 

Skjótt mál avgerandi

Í seinna hálvleiki høvdu okkara menn vindin undan, og hetta gjørdi mun. Bara fáar minuttir inn í seinna hálvleiki vann innskifti Niklas Kruse ein bólt í høgru. Hann setti ferð á niðan gjøgnum síðuna og smekkaði bóltin inn fyri, har Steffan Løkin í tveimum umførum fekk sett bóltin í netið, og so var javnleikur 1-1.

Meðan vit ikki høvdu verið nógv á bóltinum í fyrra hálvleiki, so sá heldur betri út eftir steðgin. Dysturin var nú meira javnur, og vit bjóðaðu nú nógv meira av í álopsstøðu, enn vit høvdu gjørt í fyrra hálvleiki. Skála var tó enn heldur meira á bóltinum, men okkara menn vóru minst líka vandamiklir, tá teir fóru fram eftir vøllinum. Ofta var talan um skjótar umstillingar.

Og tað var júst ein skjót umstilling, sum avgjørdi dystin til okkara fyrimun. 10 minuttir fyri leiklok lorkaði Skála í uppspælinum, har Niklas megnaði at fáa fatur á bóltinum frá einum av teirra verjuleikarum. Skjótur, sum hann er, setti hann beina kós móti málinum og rann frá øllum. Einsamallur við Karstini í málinum hjá Skála var Niklas púra tryggur og sendi bóltin í málið, og so vóru okkara menn á sigurskós.

Tíbetur megnaðu vit at halda tørn restina av dystinum, og so vóru brádliga seks stig komin á kontuna upp á fýra dagar. Ein sigur á útivølli móti ársins helst størsta positiva yvirraskilsi smakkar eisini væl, og nú gleða vit okkum bert til næsta dyst, sum verður á heimavølli móti ÍF mánadagin 29. apríl.

 

1-0: Jákup Johansen, 44.

1-1: Steffan Løkin, 47.

1-2: Niklas Kruse, 79.

 

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Poul G. Olsen, Árni G. Olsen, Petur Zachariasen, Ragnar Danielsen – Toki Johannesen, Rógvi E. Nielsen – Jónstein Magnussen, Magnus Jarnskor (Svein Knút Magnussen, 88.) - Steffan Løkin (Fríði Johansen, 90.), Arnbjørn Hansen (Niklas Kruse, 28.)

Gult kort: Magnus Jarnskor, Rógvi E. Nielsen


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023