Niklas aftur í EB/Streymi

08. mars 2019

EB/Streymur og HB hava gjørt eina leigu avtalu sum inniber at 19 ára gamli Niklas T. Kruse er aftur í barndómsfelagnum.

Niklas er ein sera skjótur og farligur áleypari. Í fjør valdi hann at royna eydnuna í HB, har fekk hann fýra dystir fyri Betriliðið, tveir í Betrideildini og tveir í steypakappingini og í hesum fýra dystunum fekk hann trý mál. Niklas hevur, aðrenn hann fór til HB, leikt 18 dystir fyri betriliðið hjá okkum og skorað 8 mál.

Vit ynskja Niklasi vælafturkomnan til EB/Streym og bestu eydnu í kappingarárinum.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023