Málmennirnir uppá pláss

19. januar 2019

EB/Streymur hevur gjørt eina eitt ára avtalu við málmennirnar báðar, Róa Zachariasen og Jákup Højgaard, sum aftur í ár skulu kappast um málmansplássið í felagnum. Eisini er avtala gjørd við Jákup Andrias Hansen sum aftur í ár verður málmansvenjari.

20 ára gamli Rói Zachariasen kom til okkum frá AB í 2017. Fyrsta árið var hann eykamálmaður fyri ein sera væl spælandi Trygva Askham, men tó so, so sluppu við at síggja hann á vøllinum 6 ferðir tað árið. Í fjør gjørdist hann fyrsta val á málmanspostinum og leikti 28 dystir fyri betri liðið.

Tað verður aftur í ár 24 ára gamli Jákup Højgaard, ið skal kappast við Róa um málmansplássið. Jákup kom til okkum í fjør, frá B36. Umframt at leika ein dyst fyri betriliðið var hann fastur maður á 2.deildarliðnum, ið vann seg upp í 1.deild.

Vit, í felagnum, føla okkum heppin at hava tveir so ungar, professionellar og evnaríkar málmenn í felagnum og gleða okkum at síggja úrsliti av kappingini teirra millum.

Tað verður Jákup Andrias Hansen sum aftur í ár verður málmansvenjari á betriliðnum og sum skal fáa tað besta úr málmonnunum báðum. Eisini kemur hann at samskipa venjingina til teir ungu málmennirnar í felagnum. Sostatt er venjaratoymi runt betriliðshópin komið uppá pláss við Jákup Martin sum høvuðsvenjara, Tummas sum hjálparvenjara og Jákup Andrias sum málmansvenjara.

Vit ynskja teimun trimun allar bestu eydnu í komandi árið.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023