Aksel til EB/Streym

07. juli 2018

EB/Streymur hevur gjørt avtalu við KÍ um at leiga unga og evnaríka áleyparan, Aksel B. Danielsen, fyri tað, sum er eftir av kappingini.

Aksel er 19 ára gamal áleypari. Hann er ein sera hart arbeiðandi leikari við sera góðum máltevi.

Aksel hevur leikt 8 dystir fyri Betriliðið hjá KÍ og skorað eitt mál. Í 1.deild hevur hann leikt 59 dystir og skora 30 mál!

Í Landsliðshøpi hevur Aksel umboðað Føroyar á U17 og U19 landsliðnum.

Aksel er beiggi Ragnar, sum er í felagnum, og sonur Olgar Danielsen, ið var venjari, tá vit vunnu okkum upp aftur í bestu deildina í 2015. Elsti beiggin, Niels Paula Danielsen, er við sínum 128 dystum fyri EB/Streym, heldur ikki ókendur í felagnum.

 

Vælkomin Aksel og allar bestu eydnu.


Seinastu tíðindi

Aksel til EB/Streym
07.07.2018
Arnbjørn avgjørdi
17.06.2018
Lutaseðlarnir hjá EB/Streymi Skála kvinnum trektir
04.06.2018
2. deildarliðið er flúgvandi
01.06.2018
CHAMPIONS LEAGUE FINALAN Á STÓRSKÝGGJA Í HÓLMANUM Á EIÐI
22.05.2018