Arnbjørn avgjørdi

17. juni 2018

Tað byrjaði fínt í Hólmanum í dag eftir ein steðg frá Betri-fótbólti í 14 dagar. Uppstillingin hjá okkara monnum minti sera nógv um hana ímóti Skála fyri tveimum vikum síðan, har Rógvi, Oddur, Andras og Petur mannaðu verjuna. Hetta vísti seg á Skála og stórar partar av dystinum í dag at geva ein stóran fyrimun, tí hóast ein av bestu spælarunum verður fluttur aftur at vinstra bakk, so vísir økta styrkin har afturi seg at geva nógv størri frælsi og møguleikar at spæla longri frammi á vøllinum. Bæði Jónstein og Pætur tykjast hava stóra nyttu av at sleppa undan at renna for langt aftur, og onkursvegna finnur Hans Pauli seg eisini betri til rættis, tá hann ikki er so einsamallur har frammi saman við Ara.

Uttan at taka nakað frá Pæturi, so sóu vit eftir umleið 8 minuttir, hví 07Vestur er niðast í deildini. 07Vestur hevur bóltin á egnari hálvu, men missir hann eftir lítið trýst til Marna, sum finnur Hans Paula, ið spælir ein góðan bólt yvir til Pætur. 07Vestur verjan er als ikki uppi á pláss og bakkurin leggur onki trýst á Pætur, sum er rímiligari fjarstøðu – einum 18 metrum – smekkar bóltin í málið til 1-0. Eitt frálíkt mál.

Okkara menn sóu út til at hava fult tamarhald fram til hálvleik uttan teir nógvu heilt stóru málmøguleikarnar. Í byrjanini av seinna hálvleiki sá enn betri út, tá fyrst Marni og síðan Gestur eftir fínt upplegg frá Jónstein, misnýttu stórar møguleikar.

Men brádliga var støðan 1-1. Ein 07Vestu leikari stendur alt ov leysur einar 25 metrar frá málinum og roynir seg við frálíkum langskoti. Rói røkkur nokk ikki heilt eftir bóltin, sum støkkur í tvørstongina og aftur í ryggin hjá Róa. Gilli Samuelsen, sum annars skuldi verið farin aftur til Havnar, trúði uppá møguleikan, tá skotið fór, og tá okkara verja ikki fylgdi við aftureftir, stóð hann ópressaður við einum stillum bóltum og einum tómum máli.

5 minuttir fyri leiklok fóru okkara í kontraálop við Pæturi á bóltinum í fullari ferð. Á miðjum vølli sá hann út til at missa bóltin, men Ragnar, sum var komin á vøllin í seinna hálvleiki, megnaði kortini at sparka hann framaftur til Pætur, sum nú brádliga stóð við einum 07Vestur leikara á brotsteigarmarkinum. Arnbjørn var komin inn eitt lítið korter frammanundan, og við einari einfaldari avlevering fann Pætur Arnbjørn, sum líka einfalt legði bóltin í netið til 2-1.

Tíbetur hendi ikki meira. Arnbjørn bleiv avgerðandi og 07Vestur er framvegis á 04 stigum. Vit liggja framvegis frammanfyri Skála í ongamannalandi mitt á stigatalvuni.

Saman standa vit sterk!


Seinastu tíðindi

Eliesar verður høvuðsungdómsvenjari
07.11.2018
Tummas Erling Djurhuus verður hjálparvenjari
04.11.2018
Jákup Martin nýggjur høvuðsvenjari
28.10.2018
EB/Streymur vann 2. deild
30.09.2018
STUÐULSRENNING OG HUGNALØTA
10.09.2018