Tá mann er Italia ímóti Føroyum

26. apríl 2018
  • Hans Joensen í hopla í steypadystinum móti Undrinum | Mynd: Sofus Debes Johannesen

Tað er sjáldan tað ber til at seta seg inn í, hvussu journalistar úr Italia ella líknandi londum kunnu vera negativir, tá teir trygt hava vunnið ímóti Føroyum ella onkrari aðrar smátjóð, men framvegis hava alt møguligt at fílast á. Støðan er tó í mun til dagsins dyst í 1. umfari í kappingini um løgmanssteypið rættiliga lík hesum.

Tað mest positiva er nokk, at lutakastið gav Undrið og ikki Suðuroyingar ella AB, sum í dag gyppaðu helst dýrastu liðini í Føroyum og steypavinnararnar seinastu tvey árini úr steypakappingini.

Jú, jú, dysturin varð eisini vunnin trygt. Arnar, Ari og Petur vístu eisini sannførandi spæl. Hans Joensen fekk sínar fyrstu minuttir fyri besta liðið hjá EB/Streymi. Fleiri flott uppspæl vóru at síggja, og sigurin var ongantíð í vanda. Men kortini er kenslan, at munurin millum liðini skuldi verið nógv størri.

Tað er ikki tað. Til at vera eitt 2. deildar lið er Undrið ikki vánaligt. Teir hildu seg langt afturi á vøllinum í einari 4-5-1 uppstilling. Teir høvdu hartil einar tríggjar raskar offensivar leikarar, sum runnu øgiliga nógv, og eitt gamalt EB/Streyms-talent, Andreas Poulsen, var at síggja í miðverjuni hjá teimum eisini. Andreas  var partur av góða 89 árganginum í EB/Streymi, har ongin kortini kom á besta liðið. Fyri Undrið var hetta kanska eisini tann dysturin á árinum, sum hevur kravt mest av felagnum, og har riggaði alt fínt. Kioskin var opin í HB-húsinum, og stadion-speakarin kom eisini væl frá uppgávuni.

Dysturin byrjaði fínt. Okkara grøn/hvítu til dagsins høvi komu beinanvegin til fleiri møguleikar, og ikki meira enn 5 minuttir vóru farnir, tá Arnar við einari fínari sending fann Ara, sum lobbaði bóltin fínt upp um Gerhard Páll Lognberg í Undra-málinum.

Tað gekk fyri so vítt eisini fínt næstu løtuna, men spakuliga bleiv spælið seinni og seinni, samstundis sum fleiri leikarar byrjaðu at taka skeivar avgerðir. Menn, sum hava víst seg frá góðum síðum ímóti góðum liðum, har tankin ofta hevur verið, at teir bara skulu venja seg við ferðina í bestu deildini, vístu øgiliga lítið í mun til mótstøðuliðið. Serliga úti í síðunum kundi helst meira komið burturúr. Um vit hugsa okkum um, so eru vinstri og høgri bakkur hjá einum 2. deildarliði neyvan millum teir bestu í landinum, men kortini fangaðu teir merkiliga ofta bóltin.

Men so skjótt nakrar avleveringar vóru frameftir og hingu nøkurlunda væl saman, so komu møguleikarnir eisini til okkara menn, og tað var hetta, sum hendi í 18. minutti, tá Arnar eftir gott uppspæl kom at standa rímiliga leysur í Undra-brotsteiginum og setti bóltin trygt í netið.

Dystargongdin var restina av dystunum umleið tann sama. EB/Streymur vant seg upp onkra løtu og kom til møguleikar, men spældi ein stóran part av dystinum til síðuna og aftureftir, sum sjáldan hevur málmøguleikar við sær. Spælið sá ofta fínt út, men tað gekk for seint og var for lítið frameftir til at rættvísgera øll fløggini, sum vóru vundin á stong í dag.

Eitt sindur inn í seinna hálvleik skeyt Ari sítt seinna mál á degnum, og ongin ivi var um, at EB/Streymur er víðari til fjórðingsfinalurnar.

Tað heilt positiva er tó, at nú eru bara tríggir dystir fram til eina finalu um løgmanssteypið og við einum góðum lutakasti og einum góðum arbeiði, so er ikki ógjørligt, at dysturin á Ovara vølli í Gundadali ímóti Undrinum er fyrsta stigið ímóti, at EB/Streymur aftur kann gerast steypaliðið í føroyskum fótbólti. Hetta skal nokk blíva fínt.

Drívið á!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023