Fayo eisini við næsta ár

09. september 2022

EB/Streymur hevur longt sáttmálan við evnaríka málverjan Fayo Kruse, so hann eisini er galdandi komandi kappingarár. 

Fayo, sum er 18 ára gamal, er fastur málverji á U21 liði okkara, ið sum kunnugt hevur spælt seg í steypafinaluna. Finalan verður fríggjadagin 30. september.

Annars er Fayo eisini úttikin til U19-landsliðið, sum í næstum skal á venjingarlegu í Pinatar í Spania. Á venjingarleguni spælir føroyska landsliðið dystir móti Belgia, Englandi og Holland.

U19-landsliðshópurin er hesin: Fayo Kruse, EB/Streymur, Dánjal Danielsen, AB, Carl Mikkelsen og Marius Allansson, B36, Heini Sørensen, FC Midtjylland (Danmark), Eivind R. Mouritsen, Rani W. Sørensen og Áki Samuelsen, HB, Marius Kruse, HB Køge (Dannmark), Jóhann Højbro, ÍF, Jákup Wilhelmsen, Sølvi Johannesen, Dávid Andreasen, Tóki á Lógv, Silas Gaard og Johan Josephsen, KÍ, Elias Isaksen og Áki Magnussen, Víkingur, Bartal Petersen og Andreas Midjord, TB.

Venjingarlegan er fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Kroatia í november, har mótstøðuliðini eru Kroatia, Ísrael og Finnland. 

Vit ynskja Fayo tillukku við landsliðsúttøkuni og nýggja sáttmálanum. 


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023