Nýggj nevnd í EB/Streymi
EB/Streymur hevði í kvøld regluliga ársaðalfundin, har m.a. val av nevnd var á skránni.
Fyri vali stóðu Fróði Reinert Petersen, Eyðstein Zachariasen, Rúni Kruse og Kayo Sørensen.
Fróði Reinert Petersen og Eyðstein Zachariasen tóku við afturvali, og teir blivu báðir afturvaldir. Hivegin tóku Rúni Kruse og Kayo Sørensen ikki við afturvali, og í teirra stað vóru Arnar Dam og Jan Djurhuus valdir.
Tiltakslimirnir Ólavur Høghamar Ejdesgaard og Tonny Kruse stóðu eisini fyri vali. Ólavur tók ikki við afturvali, og í hansara stað varð Bergur Johannesen valdur. Tonny Kruse varð afturvaldur til tiltakslim.
Nýggja nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin. Fróði Reinert Petersen heldur fram sum formaður, og Eyðstein Zachariasen er næstformaður. Tummas Pauli Hansen heldur fram sum kassameistari.