EB/Streymur – B68 0-1: Legendur givnar

30. oktober 2021

Í dag var seinasta umfar á skránni hjá flestu feløgunum í Betri deildini. Ovast á dagsskránni var ein roynd at halda fast um sætta plássið, umframt at tríggir veteranar, ið hava tænt EB/Streymi væl í mong ár søgdu farvæl við fótbólt í bestu deildini og fingu blómur beint undan dystinum.

Liðið í dag: Rói Z – Niklas, Árni, Andras, Ári – Jóhann, Bárður, Ronni, Hans Pauli, Símun – Gutti.
Rói, Tóki og Arnbjørn vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki.

EB/Streymur hevði leikliga yvirtakið í løtum, og skaptu fitt av góðum støðum og málkjansum, men í málinum hjá B68 stóð Joakim Jürs, fyrrverandi hondbóltsmálverji hjá KÍF. Hann bjargaði meistarliga, tá vit vóru nær við at skora. Í yvirtíðini av dystinum skoraði B68 uppá ein kontra, tá teir spældu við tíggju monnum móti 11, og sostatt endaðu EB/Streymur og B68 síð um síð á 7. og 8. plássi við 25 stigum. Fremri, á sætta plássi er 07 Vestur við 28 stigum og ”the best of the rest”, sum fólk tíðum taka til. Av okkara leikarum, ið vóru nær við at skora, kunnu nevnast Ronni Møller-Iversen, Símun Sólheim, Jóhann Hansson Joensen, Tóki Johannesen og Andras Olsen.

Hjá B68 vóru tað Hilmar Højgaard, Áki Johannesen og Andri Benjaminsen, ið høvdu naskar royndir á EB/Streymamálið. B68 lá mangan aftarlaga og vardi og spældi uppá umstillingar. Júst eina slíka skoraðu teir uppá, tá Esmar Clementsen skoraði. Teir kundu væl saktans eisini fingið okkurt annað mál, við tí neyðuga hepninum.

Hans Pauli Samuelsen og Bárður Olsen byrjaðu inni á miðjuni í dag, og nakað seint í dystinum varð tann triði veteranurin, Arnbjørn T. Hansen skiftur inn fyri at fáa tyngd í álopið. Hesir tríggir hava myndað felagið og partvíst føroysk landslið frá ungum árum av. Teir eru týdningarmiklar ímyndir av EB/Streymi og vónandi fara teir at menna felagið í komandi tíðum, eitt nú sum venjarar. Hjartans tøkk, tit tríggir.

Árið hevur verið upp og niður við góðum stigum og onkuntíð iðra vit okkum um, at vit hava mist á stokkinum. Takk fyri í ár!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023