5-2 sigur á TB

17. oktober 2021

Í gjár, leygardag, leiktu EB/Streymur og TB í Hólmanum á Eiði. Dysturin var eitt sindur aftur og fram, men endaði við tryggum 5-2 sigri til EB/Streym.

TB legði seg á odda tíðliga í dystinum hóast at kalla einvegis ferðslu móti TB-málinum fyrstu løtuna. Samudeen Musah slapp avstað í kontra, og tryggur fekk hann bóltin fram við Róa Zachariasen í málinum. Tað gekk ein løta, so fingu vit hornaspark, og Árni G. Olsen stútaði tað í netið til 1-1.

Nú var balansa í roknskapinum aftur, og tá ið hálvur tími var leiktur skoraði Ronni Møller-Iversen til 2-1. Sum heild gekk væl at spæla seg til kjansir í hesum dystinum, og vengurnir og teir fremstu annars høvdu dirvi at útfordra og fara rennitúrar við TB-verjuni.

Brátt var hálvleikur, men í fyrsta álopinum í seinna hálvleiki fekk TB mál. Jóhan Thomsen skoraði til 2-2. Nú vóru góð ráð dýr, men EB/Streymur fór enn sum áður í álop við góðum hugburði. Tað næsta málið kom við brotssparki, tá Jóhann Hansson Joensen varð feldur aftaná knappar driblingar í TB brotsteiginum. Dómarin var ikki í iva, og Ragnar B. Danielsen sendi málverjan skeiva vegin, og skoraði trygt til 3-2.

Tað næsta ið hendi av týdningi, var at tvær útvísingar komu nokk so tætt. Bárður Olsen var so óheppin at fáa seinna gula kortið, og Musah Armah fekk somuleiðis seinna gula kortið fyri at steðga eini fríspæling til Niklas Kruse við hond/armi. Tá tann fyrra útvísingin kom, var kanska væntandi, at TB fór at spíla seg út og koma inn aftur í dystin, men henda stormin reið EB/Streymur av.

Álopini skolaðu móti TB málinum, og Andras Olsen fekk 4-2 málið við sera góðum skoti upp í málhornið, staddur áraka brotsteigarmarkið. Seinasta málið kom eftir innlegg úr høgru, tá Jóhann serveraði eitt gott innlegg til Niklas, sum við høvdinum setti punktum.

Tá saman um kom, ein góður dystur og trý týdningarmikil stig. Mikudagin møtast hesi bæði liðini við Stórá í Trongisvági. Drívið á! Og til lukku, KÍ, við FM.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023