Fimm EB/Streymarar í U21-bruttohópinum

21. september 2021

U21-landsliðið, sum herfyri gjørdi eitt bragd við at spæla javnt móti Fraklandi, skal aftur í eldin í oktober, tá tveir dystir eru á skránni. Tann 7. oktober er heimadystur móti Norðurmakedónia í Klaksvík og 12. oktober útidystur móti Ukraina.

Landsliðsvenjarin Sámal Erik Hentze hevur úttikið bruttohópin til hesar báðar dystirnar, og millum teir úttiknu eru fimm úr EB/Streymi. Umframt Símun Sólheim og Elias El Moustage, sum báðir vóru við móti Fraklandi eru Mikkjal Hellisá, Gutti Dahl-Olsen og Ári Arge eisini úttiknir.

Endaligi hópurin verður úttikin mánadagin 27. september.

Vit ynskja okkara monnum og U21-landsliðnum bestu eydnu.


Seinastu tíðindi

Eykaaðalfundur
27.11.2022
Fyrilestrar: Kynstrið at skapa breiðar felagsskapir
01.11.2022
Aðalfundur
27.10.2022
Ársveitslan verður leygarkvøldið
18.10.2022
Stuðulsrenning 2022
12.09.2022