HB vann tryggan sigur til endans

19. september 2021

Sunnukvøldið leiktu HB og EB/Streymur á Tórsvølli. Úrslitið gjørdist 4-1 til heimaliðið. Pætur Petersen skoraði tvey mál í dag, og hann legði upp til eitt afturat. Málið til 1-0 var heldur keðiligt, vit fingu ikki bóltin av vandaleið, og so endaði ein leysur bóltur fyri føturnar á Pæturi Petersen, ið var tryggur skjútti í brotsteiginum.

Málið hjá EB/Streymi fekk Gutti Dahl Olsen, tá hann kastaði seg í ein frísparksbólt frá Ronni Møller-Iversen og sneiddi bóltin inn við handaru stong. Hetta málið kom stutt áðrenn hálvleik, og vit spola fram til 53. minutt, tá vandi var á ferð framman fyri EB/Streymamálið. Mikkel Dahl fekk eina góða sending, og sendi bóltin móti málinum. Rói Zachariasen bjargaði væl, men ólukkutíð endaði returbólturin hjá Pæturi, sum legði HB á odda 2-1.

Gott nokk vóru vit nú aftanfyri, men vit stóðu væl og stríddust manniliga. Adrian Justinussen og Daniel Johansen royndu seg útifrá, og hjá tí seinna mátti ein EB/Streymaleikari heada bóltin burtur, staddur við málstrikuna. Tá umleið 83 minuttir vóru leiktir, vildi ein annars fyrrverandi EB/Streymaleikari sleppa upp í part. Dan í Soylu fekk bóltin umleið 30 metrar úr málinum, trekti nakað fram eftir mitt fyri og smekkaði bóltin upp í málhornið. Har var ikki tað stóra at gera hjá málverjanum.

Í yvirtíðini fekk HB aftur mál, hesaferð var tað Stefan Radosavljevic, sum fekk bóltin serveraðan frá Pæturi. Stefan var tryggur og harvið var úrslitið 4-1.

Næsta uppgávan er longu mikudagin, tá vit spæla við Stórá í Trongisvági móti TB. Tá ræður um at finna gott spæl og hart arbeiði fram enn einaferð, tí TB sum liggur niðast stríðist fyri at skava stig saman. Vøllurin har suðuri er ein torførur útivøllur, so vit eiga at gera okkara fyri at fáa góða úrtøku. Drívið á!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023