Stuðulsrenning

06. september 2021

Fríggjadagin 10. september kl.17:30 er árliga stuðulsrenningin á skránni við Margáir.

Í hesari vikuni fáa børnini ein lepa frá venjarunum, um hvussu til ber at stuðla. Seðilin kann eisini takast niður á hesum leinkinum: Stuðulsrenning 2021.pdf

Stuðulsrenningin er í ár partur av stórum familjutiltaki sum EB/Streymur skipar fyri á mentanarvikuni hjá Sunda kommunu. Eftir renningina verður hugni. Grillin verður tendrað, hoppiborgir verða settar upp og Signar og Jens Marni fara at spæla nøkur løg.

Helvtin av innkomna peninginum fer til Team Rynkeby - Føroyar og í hesum sambandi kemur Jóhanna við Streym at fortelja hví hon súkklar fyri Team Rynkeby.

Alt er ókeypis og øll eru vælkomin. Vit gleða okkum at síggja tykkum.

#samanstandavitsterk 


Seinastu tíðindi

TB-dysturin útsettur
21.09.2021
Fimm EB/Streymarar í U21-bruttohópinum
21.09.2021
HB vann tryggan sigur til endans
19.09.2021
Kærkomin sigur á ÍF
12.09.2021
Stuðulsrenning
06.09.2021