Vunnu venjingardyst í Fuglafirði

15. juli 2021

Betri-liðið hjá monnum spældið í kvøld venjingardyst móti ÍF í Fuglafirði. Úrslitið varð 3-2 sigur til EB/Streym, eftir at heimaliðið var á odda 2-0 í steðginum. 

Fyrri hálvleikur var rættiliga javnur hvat spæli viðvíkur, og bæði liðini høvdu onkran málmøguleika, men teir vóru ikki so nógvir. Tá hálvur tími var farin fekk ÍF hol á málskjótingina. Teir høvdu fríspark í sínari vinstru síðu. Bólturin varð lagdur høgt inn í brotsteigin, har ein reyður var fyrstur á og fekk beint hann í málið.

Stutt fyri hálvleik økti heimaliðið til 2-0 við einum marghátligum máli. Bólturin varð lagdur aftur til Róa í málinum, sum fekk avleverað út til Heðin á høgra bakki, men samstundis varð Rói takklaður av einum ÍF'ara og varð liggjandi. Heðin varð so mikið trýstur, at hann ikki reiðiliga fekk tamarhald á bóltinum, sum endaði hjá einum ÍF'ara. Hagani varð bólturin sendur til ein annan ÍF'ara frammalaga á vøllinum, og hesin gjørdi sær dælt av at málverjin lá skaddur langt úti í brotsteiginum og sendi bóltin í tóma málið. EB/Streyma-leikararnir vóru sum vera mann sera ónøgdir um at málið varð viðurkent, men dómarin stóð við sítt!

Í seinna hálvleiki tóktist spælið hjá okkum hanga betri saman, og hóast bæði liðini spældu seg til nakrar málmøguleikar, so var EB/Streymur munandi meira hóttandi, og kom heilt uppiborið afturíaftur í málskjótingini.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk EB/Streymur mál. Fríspark úr vinstru síðu varð sent inn í málteigin, og millum vinir og fíggindar fekk Árni beint bóltin í málið.

Ein leikari, sum var eyðsýndur í dag var sum ikki einaferð Símun Sólheim. Fleiri ferð bjóðaði hann verjuni av og kom til skot ella innlegg av vinstra veingi. Ta einu ferðina tá hann royndi at sleppa fram við verjuleikaranum fyri at koma í góða skotstøðu, vórðu beinini tikin undan honum og dómarin hevði ikki annað val enn at døma brotsspark. Hetta setti Hjalti trygt í málið, og so var 2-2.

Móti endanum fekk EB/Streymur eisini sigursmálið. Eitt vælspælt álop, sum fleir leikarar luttóku í endaði við, at Elias setti bóltin trygt í málið til 2-3. Hóast talan bert var um ein venjingardyst, so er tað altíð ólíka hugaligari at fáa ein sigur. 

Liðið hjá EB/Streymi: Rói Zachariasen - Heðin Klakstein, Rói Olsen, Andras Olsen, Ári Arge - Hjalti K. Djurhuus, Elias El Moustage, Tóki Johannesen - Jóhann Hansson, Símun Sólheim - Ronni Møller-Iversen.
Innskiftir í seinna hálvleiki: Árni G. Olsen, Høgni Hummeland, Jákup Hummeland, Filip Kruse Johansen og Jóanes Davidsen.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023